Góðan morgun Føroyar

Føroyskur sangur umsettur til elvdalsk
04-05-2021
Talan er um sangin 'Lukkan er ei gullið', sum Kemm Poulsen hevur yrkt, og Jens Marni Hansen hevur gjørt lagið til

Vit kenna fleiri dømi um, at føroyskir sangir eru umsettir til annað mál. Men tað má vera eindømi, at ein føroyskur sangur nú er umsettur til elvdalsk. Tað snýr seg um sangin 'Lukkan er ei gullið', sum Kemm Poulsen hevur yrkt og Jens Marni Hansen hevur gjørt lagið til.

Elvsdalsk er eitt heilt serligt samansett norðurlendskt mál, sum ein lítil málbólkur í Svøríki tosar. Tað verður mett, at einans 3000 fólk duga málið.

- Eg haldi, tað er sera stuttligt, at sangurin er umsettur til elvdalsk. Serliga tí hetta er eitt serstakt mál.

Tað sigur Kemm Poulsen, ið eigur orðini til sangin. Hann hevur móttikið lukkuynskir frá nógvum fólkum.

Jens Marni sigur at enda:

- Vónandi er hetta byrjanin til, at sangurin eisini verður umsettur til onnur mál. Hetta er ein ógvuliga sigandi tekstur. Um øll livdu eftir orðinum í sanginum, so hevði heimurin verið eitt betri stað at liva í. Hetta kundi møguliga verið tann næsti 'We Are the World' sangurin, har tað snýr seg um ikki bara at taka, men eisini at geva.

Sangurin er at hoyra her
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024