- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Hemarar í Sjósavninum
14-05-2021
Føroya Sjósavn byggir í løtuni eitt risa kar, har ætlanin er, at livandi hemarar skulu búleikast
Um ikki so langa tíð er ætanin, at fólk kunnu uppliva livandi hemarar í Sjósavninum. Føroya Sjósavn er í løtuni í holt við at byggja eitt risa kar til endamálið.
Hemarin fer at svimja í 650 tonsum av sjógvi. Sjálvt gólvmálið í karinum er 314 fermetrar.
Tað er David Geyti, sonur Bjørka Geyti, leiðara á Sjósavninum, sum eigur hugskotið at gera stóra karið til hemarar.
Karið er eitt frumsnið, og verður eitt umbygt og útbygt Føroya Sjósavn til veruleika, er ætlanin, at eitt líknandi kar verður í savninum.
Ætlanin er, at fyrsti hemarin verður sleptur í karið í komandi mánað. Hetta verður samstundis fyrstu ferð ? og einasta stað í heiminum ? at hemari svimur í einum kari á landi.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024