Góðan morgun Føroyar

Tórhild er ársins sjúkrarøktafrøðingur
20-05-2021
- Eg trívist væl í starvinum, tí mær dámar væl at kunna veita eina hjálpandi hond, sigur Tórhild Bærentsen.

Ein eldsál, ið hevur staðið á odda fyri at fremja batar við tí endamáli, at sjúklingurin fær bestu røkt og viðgerð. Hon er sera góð við sjúklingarnar og er ein avbera góður starvsfelagi, sum altíð er til reiðar at hjálpa.

Soleiðis sigur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktafrøðingar millum annað um ársins sjúkrarøktafrøðing 2021, sum er 69 ára gamla Tórhild Bærentsen.

Seinastu 38,5 árini hevur Tórhild Bærentsen arbeitt sum sjúkrarøktafrøðingur á skurðgongini á Landssjúkrahúsinum.

Í morgunsendingini greiddi hon frá starvinum, avbjóðingum og upplivingum, hon hevur havt, eitt nú tá hon hevur verið uttanlands í arbeiðshøpi.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024