- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
– Eg bað um hansara kontonummar
25-05-2021
Mortan Johannesen var ein av teimum, sum Fríðrikur krúnprinsur hitti í samband við sendingina "Kongshúsið í Føroyum"
Í gjár bar til at síggja sendingina hjá Danmarks Radio, "Kongshúsið í Føroyum".
Í sendingini slapp Fríðrikur krúnprinsur at uppliva modernaðu Føroyar, sum sagt verður í sendingini.
Umframt at vitja Trónd Patursson, rudda í eini gjógv og fáast vid føroyska gastronomi, so slapp krúnprinsurin eisini á flot saman við Mortani Johannesen.
Hoyr Mortan greiða frá í morgunsendingini um upplivingina saman við krúnprinsinum. Millum annað fortelur hann, at hann spurdi krúnprinsin um hansara kontonummar, so veiðan kundi avreiðast í líka partar.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024