- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Føroyaleikir 2021
27-05-2021
Føroyaleikir skal vera ein afturvendandi summarkapping annað hvørt ár - tað árið, tá ið vanligu, aljtóða oyggjaleikirnir ikki eru
Av tí at oyggjaleikirnir á Guernsey í ár eru avlýstir vegna korona, so hevur ÍSF gjørt av at skipa fyri líknandi kapping í Føroyum. Føroyaleikir vera í døgunum 8. til 11. juli 2021.
Leikirnir skulu fevna um allar 24 ítróttargreinarnar, sum ÍSF umboðar og kappast verður í fýra ymsum kommunum kring landið. Kommurnar, sum fara at hýsa fyrstu Føroyaleikum, eru Tórshavn, Vágur, Klaksvík og Runavík.
Andras Nolsøe, ráðgevi í ítróttarsambandinum og samskipari av Føroyaleikum, vitjaði morgunsendingina og greiddi nærri frá.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024