Góðan morgun Føroyar

Ólóglig kelidjór kunnu verða útvíst úr Føroyum
27-05-2021
Nýggj kunngerð gevur myndugleikunum heimild til at gera nakað við ítøkilig mál um djór, sum eru ólógliga innflutt til Føroya

Tað eru ymisk sløg av hundum, kettum og øðrum djórum, sum ikki eru loyvd at innflyta til Føroya. Tó eru dømir um, at djórini allíkavæl eru komin inn í landið, og tá hevur tað verið trupult at gera nakað við tað eftirfylgjandi.

Nú er nýggj kunngerð lýst, sum sigur, at myndugleikarnir hava heimild til at gera nakað við ítøkilig mál um djór, sum eru ólógliga innflutt. Fyri eigaran kann tað merkja, at tey antin skulu senda djórið av landinum, ella verður tað avlívað.

Fyri fleiri hundaeigarar hevur hetta skapt nakað av ótryggleika. Í morgunsendingini umrøddu, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, Nina Brockie og Fríða Matras Brekku, evnið. Tað innslagið kann hoyrast við at trýsta á pílin omanfyri.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024