Góðan morgun Føroyar

Føroyskir íverksetarar bróta upp úr nýggjum
28-05-2021
Idealistiskt er hetta ein verkætlan, sum vit taka undir við, siga Maria Fagranes Clemmensen og Elin Brimnes, ið varða av Secondly

Í blaðnum Fjølnir, sum MFS gevur út, er grein um tvær føroyskar kvinnur, báðar mammur og lesandi, sum hava ment eina app, ið kann hjálpa brúkarunum at finna dygdargóðar endurnýtslu-lutir.

Hugskotið varð upprunaliga skapt heima hjá Mariu Fagranes Clemmensen. Hon hevði lagt til merkis, at tað var trupult at finna endurnýtsluhandlar á netinum, sum seldu dygdarvørur.

At keypa second-hand var tí langt frá líka dragandi sum at keypa frá vanligum, altjóða nethandlum.

Seinni hevði Maria eina framløgu fyri barndómsvinkonu síni, Elini Brimnes. Stutt eftir bleiv eisini hon partur av verkætlanini.

Meðan tær hava arbeitt við Secondly, sum appin eitur, hevur Maria gjørt seg lidna við útbúgvingina á Copenhagen Business School. Samstundis hevur hon havt starv í grunninum, Seed Capital Danmark. Harafturat er hon mamma at átta ára gamlari dóttur.

Elin ger seg lidna við útbúgvingina, Strategic Design & Entrepreneurship, umframt at hon er mamma at trý ára gomlum soni.

Tað er alneyðugt at leggja dagin væl til rættis og hava disiplin, siga tær báðar.

Fyritreyt er eisini, at tú hevur eitt gott bakland, sum stuðlar tær.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024