- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Føroyski tónleikarin, Beinir, er í løtuni í Danmark, har hann fer á konsertferð saman við danska stjørnuskotinum, Dopha.
Hon og Beinir syngja duettina I'm Not Crying You Are, sum hevur staðið seg væl bæði í Danmark og Týsklandi.
Á konsertferðini hitar Beinir upp fyri Dopha. Fyrsta framførslan í røðini er í Randers í kvøld - og har er útselt.
Nógv góð tónlekasambond eru fingin í lag uttanlands. - Eg føli, at hetta kann fara á flog nær tað skal vera, sigur Beinir. - Annars hevði eg ikki gjørt hetta, leggur hann brosandi aftrat.
Í eini tvey ár hevur hann arbeitt fram ímóti hesi útgávuni. Eitt nú hevur hann verið á fleiri sangskrivaralegum.
Tað er skipað soleiðis, at Beinir og ein annar tónleikari hittast tíðliga á morgni. Seint seinnapartin skal sangurin vera liðugur.
Hetta er ein ógvuliga spennandi ferð, og tað er sunt, at onkur kann bjóða tínum sjónarmiðum av, hugleiðir Beinir.
Hann leggur aftrat, at hann avgjørt tekur undir við teimum, sum føra fram, at um tú hevur tað ov gott, er truplari at skapa. - Jú betri eg havi tað, jú færri sangir skrivi eg.