Góðan morgun Føroyar

Porkerisdama fingið koyrikort í Saudi Arabia
04-06-2021
Nógv skjøl og tógvið stríð skuldu til, áðrenn Maureen Djurhuus Clarke fyrradagin fekk koyrikort í Saudi Arabi, har hon hevur búð í tvey ár.

Porkerisdaman Maureen Djurhuus Clarke hevur klárað nakað, sum lutfallsliga fáar kvinnur megnað.

Fyrradagin fekk hon koyrikort í Saudi Arabia, har hon hevur búð seinastu 2 árini.

Hetta hevur verið ein sera drúgv og knortlut tilgongd, tí tað hevur tikið Maureen hálvtannað ár at fáa koyrikortið. Orsøkin er, at hon er kvinna í Saudi Arabia.

- At eg nú havi koyrikort í Saudi Arabia, broytir ikki mín gerandisdag stórvegis, men tað snýr seg meira um prinsippið, tí eg vil fegin slóða vegin fyri, at fleiri kvinnur her í landinum kunnu fáa sær koyrikort, sigur Maureen Djurhuus Clarke.

Hóast konufólk fingu loyvi í 2018 at fáa sær koyrikort, er tað sera trupult at fáa progvið. Eitt nú kanst tú rokna við at dumpa royndirnar fleiri ferðir, soleiðis at tú noyðist at gjalda tilsamans nógvar pengar fyri at fáa koyrikort.

Í morgunsendingini greiddi Maureen Djurhuus Clarke frá tilgongdini at fáa koyrikort í Saudi Arabia.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024