- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Leygardagin blivu boð send eftir Havnar bjargingarfelagi, tí ein bátur ehvði fingið motorskaða skamt frá Glyvursnesi á Argjum.
Fyri fyrstu ferð bleiv vatnskutarin, Rescue Eyð, sendur at hjálpa.
- Vatnskutarin kom skjótt á staðið og kundi sleipa bátin inn aftur. Báturin vigaði eini tvey tons, og tað klárar vatnskutarin at sleipa, sigur Eyðbjørg Højgaard, sum er forkvinna í Havnar bjargingarfelagi.
Sambært henni er tað ein fyrimunur fyri felagið at hava vatnskutara sum arbeiðsamboð.
- Tað kemur meir enn so fyri, at vit skulu veita hjálp, har tað til dømis er rættiliga grunt, og tá er eingin trupulleiki fyri vatnskutaran at sleppa til. Hinvegin riggar tað ikki við einum báti sum Tanum, sigur Eyðbjørg Højgaard.
Bjargingarbáturin Tanum er í løtuni á beding, men sambært forkvinnuni í Havnar bjargingarfelagi kann Tanum aftur brúkast um eini fjúrtan dagar.
Í morgunsendingini greiddi Eyðbjørg Højgaard frá um vatnskutaran og hvussu hann riggar sum arbeiðsamboð hjá bjargingarfelagnum.