Góðan morgun Føroyar

Ein góður triðingur av ullini verður nýttur
06-09-2021
Búnaðarstovan tekur ímóti ull, og Góðan Morgun Føroyar var og vitjaði á royndarstøðini í Kollafirði, har ullin verður skild

Tað eru ikki øll, sum taka av møguleikanum at selja ullina til Búnaðarstovuna, tí enn verður stórur partur av henni brendur á rættini, sigur Joana Bjarnastein, ið tekur sær av at skilja og flokka ullina, sum Búnaðarstovan keypir.


Í ár komu umleið 25 tons av ull inn tann góða mánaðin, ullamóttøkan var opin, og eftir at hon er flokkað verður hon seld teimum, ið virka ullina til vørur.


Ein av teimum, ið sær virðið í føroysku ullini er Dorthea Joensen, sum umframt at skipa móttøkuna av ull á Búnaðarstovuni, eisini er bóndi á Signabø. Har hava tey seinastu árini roynt seg við tógvi av egnum seyði, og tey eru stak væl nøgd við úrslitið.


Sí video av ullaskiljingini her

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024