Góðan morgun Føroyar

Broytti lívsstíl og fekk normalt blóðtrýst
07-09-2021
- Var eg ikki farin til læknan, so eg hevði eg ongantíð vitað, at eg hevði ov høgt blóðtrýst, sigur Steinbjørn V. Olsen.

- Eg visti als ikki av, at eg hevði eitt alt ov høgt blóðtrýst. Var eg ikki farin til læknan, so hevði eg ongantíð vitað av tí, og so kundi kanska gingið heilt galið.

Orðini eigur Steinbjørn V. Olsen. í fleiri ár hevði hann ov høgt blóðtrýst

Ráðini frá læknanum vóru púra greið: Steinbjørn skuldi røra seg meira í gerandisdegnum, og royna at eta heilsubetri. Og tað riggaði.

- Í dag taki eg so at siga ongan heilivág fyri blóðtrýstið, og eg venji seks dagar um vikuna. Eg havi tað upp á allar mátar betri, sigur Steinbjørn V. Olsen.

Sætti hvør persónur á klótuni hevur ov høgt blóðtrýst. Tað staðfestir heimsheilsustovnurin, WHO, í nýggjari kanning.

Hoyr Jan Rasmussen, hjartalækna, greiða frá vandunum, sum kunnu standast av ov høgum blóðtrýsti.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024
Veðrið, bjargingarvestur
11-03-2024
Veðrið, Susi & Jákup á Borg, kvinnur kyn og kynslív, ársins útvarpshitt
08-03-2024