Góðan morgun Føroyar

Hetta er okkara uppgáva
07-09-2021
Skansin tosar um, hvat tey gera til dystir, og hvør uppgáva teirra er

Skansin hevur eina stóra uppgávu á áskoðaraplássinum. Tey skipa fyri stuðilsrópunum og stuðla soleiðis leikarunum á vøllinum.

- Um vit eru deyð, so eru teir eisini deyðir, siga Johan Ásmundsson og Ásbjørn Nattestad frá Skansanum.

Tað er meira at fyrireika til ein dyst enn fólk halda. Skansin hitar upp fleiri tímar áðrenn dystin, har tey sminka sær og syngja fótbólts sangir fyri at skapa góðan stemning.

- Leygardagin ímóti Danmark riggaði ordiliga væl, men vit ivast í, um tað fer at vera líka festiligt í dag ímóti Moldova, tí at tað regnar so illa.

Upphiting hjá Skansanum er í dag í Blábar og tey byrja kl. 16.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024