Góðan morgun Føroyar

At matgera er at læra
08-09-2021
- Í matgerð læra børnini eina rúgvu, sigur Agnieszka Lach Johannesen, skúlaleiðari í Frískúlanum á Velbastað, har næmingarnir ikki hava matpakka við.

Heilsugóður og fjølbroyttur matur.

Tað er tað, sum tey í Frískúlanum á Velbastað leggja seg eftir, tá keypast skal inn til matin, sum næmingar og starvsfólk eta hvønn dag á døgurða.

Í Frískúlanum hava hvørki børn ella starvsfólk matpakka við. Hvønn fyrrapart byrja nakrir næmingar at fyrireika og gera matin, sum tey eta á døgurða. Ein leistur, sum í allar mátar riggar væl, sambært skúlaleiðaranum, Agnieszka Lach Johannesen:

- Eg leggi stóran dent á, at børnini eta sunnan mat. Tað kemur fyri, at nýggir næmingar siga seg ikki dáma okkurt, men tá teir sita við borðið saman við øðrum børnum, sum eta, so hava næmingarnir hug at royna matin. Og tað endar ofta við, at teimum dámar matin kortini, sigur Agnieszka Lach Johannesen.

Hon sigur, at tað er nógv læring í matgerð, og tí heldur hon ikki, at tíðin, børnini brúka upp á matgerð og at borðreiða, er spilltíð.

- Tað, sum tey læra seg nú, meðan tey gera mat, minnast tey altíð, so her er nógv læring, sigur Agnieszka Lach Johannesen.

Í morgunsendingini greiddu hon og tveir næmingar frá matarskipanini í Frískúlanum.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024