Góðan morgun Føroyar

Kirkjan hevur ongantíð áður staðið í slíkari støðu
09-09-2021
Yvirskriftin til blogg, sum Annika Osvaldsdóttir Sørensen hevur skrivað. Annika, Símun Persson Jacobsen og Armgarð Arge skifta orð um evnið.

Gjøgnum fleiri hundrað, ja kanska í túsund ár, hava kristin kunnað gingið út frá at øll rundan um tey hava verið partur av einari ella aðrari ?heilagari skipan? ella trúgv ? einum yvirnáttúrligum veruleika, sum var grundarlagið undir tí moralska treytaleysa sannleikanum, og sum lovaði ævigt lív eftir deyðan.

Í øllum mentanum hevur mann trúð á ein moralskan standard fyri rætt og skeivt; nakað sum menniskju máttu fylgja, sama hvat tey merktu. Tí trúðu tey eisini á objektiva skuld og synd, og at trupulleikar menniskjunnar loystust, tá menniskjan hevði samband við tað heilagu skipanina í staðin fyri bara at liva fyri okkum sjálvi.

Seinmodernaða samfelagið er tann fyrsta mentanin, sum er bygd á eina burturvísing av eini "heilagari skipan". Í dag verður boðað frá í navni individualistanna, at tað ikki finnist nakar yvirnáttúrligur treytaleysur sannleiki, sum vit mugu laga okkum eftir.

Vit velja sjálvi okkara virðir og skapa okkara egnu meining við lívinum. Akademiski og listarligi heimurin eins og undirhaldsídnaðurin lærir okkum, at einastu "heilagu" djúpdirnar eru tær, vit finna í okkum sjálvum. Ja, um nakar moralskur treytaleysur sannleiki er í dagsins mentan, so er tað, at vit ikki mugu siga, at tað finnast moralskir treytaleysir sannleikar - og so als ikki ein heilag skipan, sum øll mugu fylgja. Slíkar útsagnir sigast í dag at kúga menniskju og avmarka teirra frælsi.

Kristin hava altíð kunnað gingið út frá at næstan øll hava havt hesa sannføring um eina heilaga skipan ? at tað var ein Gud, eitt lív aftaná deyðan, ein normur fyri moralskan sannleika og ein kensla fyri, hvat synd er. Evangelisering snúði seg tí um at sameina hesar sannføringar, og harvið prógva sannleikan í evangelinum.

Í dag er fatanin, at vit skulu frelsast frá sjálvari hugsanini um, at vit hava tørv á frelsu. So hvussu kunnu vit evangelisera fyri menniskjum, sum fullkomiliga mangla kensluna fyri, hvat synd er og mangla trúnna á eina hægstu veru og eitt lív aftaná deyðan?

Vesturlendska kirkjan hevur ongantíð áður staðið í slíkari støðu.

Men er hetta so og hvat kann kirkjan?

Annika Osvaldsdóttir Sørensen, Símin Persson Jacobsen og Armgarð Arge skifta orð um evnið.

Allur bloggurin kann lesast HER

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024