Góðan morgun Føroyar

- Eg vil fegin hjálpa
30-09-2021
Soleiðis sigur Stefanie Trónd Larsdóttir, nú hon skipar fyri stórum loppumarknaði til frama fyri 'Í menniskjum góður tokki'

Kamari hjá dóttrini er yvirtykið, og tað saman er klædnarúmið, tí posar og sekkir standa allastaðni heima hjá Stefanie Trónd Larsdóttir, nú hon heitir á fólk um at koma við lutum til loppumarknað, ið skal vera í næstu viku.

- Eg vil bara fegin hjálpa teimum barnafamiljum ið hava tað trupult fíggjarliga, soleiðis at jólini hjá teimum ikki gerast ein so stressað tíð, har mest verður hugsað um at fáa endarnar at røkka saman og at fáa børnunum góðar jólagávu, sigur Stefanie.

Og líkt er til at onnur hava tað sum hon, tí hon hevur fingið nógv, ið kann seljast á loppumarknaði, umframt at fleiri listafólk hava latið listaverk til eina uppboðssølu, ið ætlanin er at hava síðsta dagin, loppumarknaðurin er.

Um onkur er, ið hevur lutir at lata, ber til at seta seg í samband við Stefanie via Facebook, ella at lesa meira um tiltakið á vanganum hjá Barnabata.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024