Góðan morgun Føroyar

Tað er gott at hava onkran at tosa við
04-10-2021
Ein gongutúrur í góðum selskapi er lívgandi fyri kropp og sinni, og hesum gera kvinnur, ið hava ella hava havt krabbamein, sær dælt av, tá Krabbameinsfelagið skipar fyri.

Túrurin út undir Trælanípuna var hin triðji av hesum slag, sum Krabbameinsfelagið skipar fyri, og veðrið var av tí allar fagrasta, tá tær 10 kvinnurnar fóru til gongu.

Sjálvt um fleiri teirra ikki kendust, áðrenn farið varð avstað, so gekk prátið lystiliga, og meira enn einaferð vóru evni havd á lofti, sum fleiri teirra kendu aftur frá teirra egnu sjúkugongd. Tó so, har var tosað um nógv annað enn sjúku, og bara tað at vera úti og í góðum selskapi var tað, ið lokkaði fleiri av kvinnunum við henda dagin.

Í innslagnum var prátað við Heidi Hvidbro, Andreu Lervig og Armgarð Hammer.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kappróður, Reyði Krossur í Bangladesj, Red Dot til Drinksaver
28-05-2024
Hoyr alla sendingina
28-05-2024
Hoyr alla sendingina
24-05-2024
Veðrið, heilsuverkið, Taylor Swift, diamantbrúdleyp
23-05-2024
OL rógving, veðrið, føroyingar og Russland, verkfall, børn, ung og rúsdrekka
22-05-2024
Hoyr alla sendingina
21-05-2024
Spurningar, ið verða viðgjørdir á Íróttatinginum, eru eitt nú hví fleiri gentur enn dreingir gevast at venja í tannárunum
21-05-2024
Veðrið, kapping, Glymur, bygdarsavn í Kvívík
17-05-2024
Veðrið, dagstovnar, fuglasending, skúla OL
16-05-2024
Veðrið, svimjihøllin og kommunulæknin um ovurviðkvæmi
15-05-2024
Veðrið, verkfall og skógvar til føroysk klæðir
14-05-2024
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024