- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Skulu læra at undirvísa í føroyskum sum fremmandamál
05-10-2021
31 fólk taka diplomútbúgving í føroyskum sum annaðmál, og endamálið er at læra at undirvísa útlendingum í føroyskum
Hvussu undirvísir tú í føroyskum sum fremmandamál?
Tað er ein spurningur, sum 31 studentar seta sær í hesum døgum, tí tey eru farin undir diplomútbúgving í føroyskum sum annaðmál.
- Ein avbjóðing er, at alt er ikki á føroyskum, tí vit eru tví- ella fleirmælt. Tað siga Elisabeth Holm og Meiken Gaard.
Elisabeth var í fyrireikingarbólkinum, og Meiken Gaard undirvísir vaksnum í føroyskum sum annaðmál og tekur útbúgvingina.
Fyri trimum vikum síðani byrjaðu 31 fólk á útbúgvingini, sum tekur hálvt triðja ár og er samstarv millum Føroyamálsdeildina og Námsvísindadeildina.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024