Góðan morgun Føroyar

Fíggjaðu Evropa Cup luttøku við køkutombola
07-10-2021
Tá kvinnufótbóltur fyri fyrstu ferð fekk sína egnu Evropa Cup kapping, fíggjaðu KÍ kvinnurnar luttøkuna við køkutombola og øðrum tiltøkum

Í 2001 setti UEFA altjóða fótbóltskappingina, Women´s Cup ígongd fyri fyrstu ferð, og kvinnurnar hjá KÍ fingu møguleikan at fara til kappingina, tí tær vunnu FM í 2000.

Tær fingu boð frá nevndini um, at tær fingu fígging til uppihaldið, men sjálva ferðingina máttu tær sjálvar finna fígging til.

Kvinnurnar fóru í holt við at skipa fyri tiltøkum sum køkutombola og neytamykjukapping fyri at samla pengar inn.

Malena Josephsen og Rannvá Biskopstø Andreasen vóru við tá, og tær eru við enn. 

- Broytingarnar eru nógvar hesi árini, siga tær báðar í samrøðu um Evropa Cup luttøku fyrr og nú.

 

Vunnu fyrsta dystin

Sunnudagin vóru 20 ár síðan KÍ-kvinnurnar spældu sín fyrsta altjóða dyst í altjóða kapping. Ein dystur, sum tær vunnu. 

Á facebookvanganum hjá KÍ-kvinnunum sunnudagin stóð millum annað soleiðis:

'Ein sensatión, sum bara má upplivast. Eisini tá hugsað verður um alt arbeiðið, sum lá aftanfyri, við at samla pengar inn, so vit kundu luttaka.

Vit vunnu fyrsta dystin 2-1 í móti eysturíksu meistarunum, men taptu 4-0 í móti finsku og italsku meistarunum. Venjarin var Jón Harald Poulsen.'

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, dagstovnar, fuglasending, skúla OL
16-05-2024
Veðrið, svimjihøllin og kommunulæknin um ovurviðkvæmi
15-05-2024
Veðrið, verkfall og skógvar til føroysk klæðir
14-05-2024
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024