Góðan morgun Føroyar

Drona kollveltir bjargingararbeiði
19-10-2021
Landsfelagið fyri bjargingarfeløgini í Føroyum fer í næstum at brúka dronu og dronubil í bjargingararbeiði.

- Hetta er ein kollvelting fyri bjargingarfeløgini kring landið.

Soleiðis sigur Jens Hansen, formaður í Havnar Bjargingarfelagi og umboð fyri Landsfelagið fyri bjargingarfeløgini í Føroyum.

Kollveltingin er, at Landsfelagið fyri bjargingarfeløgini í næstum fer at brúka eitt heldur øðrvísið amboð, tá hjálp skal veitast í eini neyðstøðu.

Felagið hevur útvegað sær eina heilt serliga dronu og sokallaðan dronubil. Tilsamans kostar hetta omanfyri 600.000 krónur.

- Hetta er tann nýggjasta tøknin á økinum, og bjargingararbeiði verður upp á nógvar mátar lættari, skjótari og betri, sigur Jens Hansen.

Í morgunsendingini greiddi hann frá dronuni og dronubilinum, sum eftir ætlan eru klár at brúka seinni í ár.

Her kanst tú síggja dronumyndir og myndir av serliga dronubilinum, sum í løtuni verður bygdur um til endamálið.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024