Góðan morgun Føroyar

Orðaskifti: Í praksis er ikki javnstøða
21-10-2021
Barbara Holm og Annika Olsen skifta orð um, hvussu tað er fáa viðmerkingar um útsjónd, tá tær eru til arbeiðis

- Tað er løgið, at tað eru mínir høgu hælir, onkur skal bíta merki í, tá eg eri á skíggjanum. Tað sigur Barbara Holm, sum er ein av vertunum í tíðindasendingini, Dagur og Vika. 

Júst slíkt sum hetta, er nakað yngra ættarliðið av feministum leggur dent á, tá talan er um feminismu. Kvinnur skulu sleppa at síggja gott út og samstundis verða tiknar í álvara. Hetta er eisini nakað av tí fyrrverandi forsætisráðharrin í Danmark, Helle Thorning-Schmidt, viðger í nýggju bók síni, sum eitur "Blondinens betragtning. Í bókini skrivar hon eisini um flótandi kynssamleika, javnstøðu á heimafrontinum, metoo-rørsluna og ikki minst rættin til at lata seg í, sum einari lystir. 

- Tað er so ofta, at eg havi upplivað at fáa viðmerkingar um mína varrastift ella sum heild mítt kyn, tá eg eri til arbeiðis, sigur Annika Olsen, løgtingskvinna.

Tær báðar, Barbara og Annika, halda, at tað er umráðandi, at vit seta orð á hesi viðurskifti, tí tað kann vera, at nakrar kvinnur setast aftur orsakað av óviðkomandi viðmerkingum um útsjónd. 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024
Veðrið, bjargingarvestur
11-03-2024
Veðrið, Susi & Jákup á Borg, kvinnur kyn og kynslív, ársins útvarpshitt
08-03-2024
Veðrið, økt ferðsla í Sandoynni, tónleikatiltak í Varpinum
07-03-2024
Chipmerkt djór, veðrið, sjóvinna, øðrvísi syskin, ársins útvarpshit top 10
06-03-2024
Millum tey mongu brøvini, sum komu undan kavi í London í farnu viku, eru nógv brøv skrivað av privatpersónum, og hesi eru meira forkunnug.
05-03-2024
Veðrið, komið øll við framsýning, kvinnan í kirkjuni, søgulig brøv, ljóðbøkur
05-03-2024
Bókasavnið í Skúlanum við Streymin skipar í hesum døgum fyri øðrvísi lesiátaki
04-03-2024