Góðan morgun Føroyar

- Lat son mín úr hasum kjólanum
28-10-2021
Kunnu dreingir fara í prinsessukjólar, og sleppa gentur at spæla við bilar á dagstovnum? Í gjár var barsilsfyrilestur um kyn.

Fyrilestrahaldarin í Norðurlandahúsinum mikudagin var Ivonna Johansen, phd lesandi, ið granskar kyn, kynsfatanir og kynsmentan hjá føroyskum børnum.

Tá tað snýr seg um kyn innan gransking, eru tveir vegir at fara. Biologiskt kyn, sum viðger, hvussu vit eru fødd, og so sosialt kyn, sum snýr seg um hvussu kyn verður brúkt í sosialum samanhangi.

Gentur verða lætnar í ljósareyð klæðir, tær spæla við dukkur og fáa at vita, hvussu fittar og vakrar tær eru, meðan dreingir eiga bláa litin, spæla við actionfigurar og suffað verður, tí teir eru so rokaligir.

Men hvat nú, um gentan er hon, sum klætrar ovast í trøunum, og drongurin ynskir sær eitt prinsessuslott í jólagávu ella spælir í prinsessukjóla í barnagarðinum? Hvussu hóska tey tá inn í okkara kynsfatan?
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024
Veðrið, bjargingarvestur
11-03-2024
Veðrið, Susi & Jákup á Borg, kvinnur kyn og kynslív, ársins útvarpshitt
08-03-2024
Veðrið, økt ferðsla í Sandoynni, tónleikatiltak í Varpinum
07-03-2024
Chipmerkt djór, veðrið, sjóvinna, øðrvísi syskin, ársins útvarpshit top 10
06-03-2024
Millum tey mongu brøvini, sum komu undan kavi í London í farnu viku, eru nógv brøv skrivað av privatpersónum, og hesi eru meira forkunnug.
05-03-2024
Veðrið, komið øll við framsýning, kvinnan í kirkjuni, søgulig brøv, ljóðbøkur
05-03-2024
Bókasavnið í Skúlanum við Streymin skipar í hesum døgum fyri øðrvísi lesiátaki
04-03-2024