Góðan morgun Føroyar

Endurnýta leikur í jólakalendara
08-11-2021
- Nógvar leikur liggja bara og verða ikki brúktar, so hví ikki gleða okkurt barn við leikunum, sigur Katrin H. Sørensen, sum hevur tikið stig til ein øðrvísi jólakalendara.

Desember mánaður nærkast, og tað munnu vera fleiri foreldur, sum hugsa, hvat skal vera í teimum 24 pakkunum í jólakalendarunum til børnini.

Samstundis liggja leikur, sum als ikki verða brúktar longur, í nógvum heimum kring landið. Men hví ikki brúka júst hesar leikurnar til ein jóakalendara?

Hetta eru tankarnir, sum liggja aftan fyri endurnýtslujólakalendaran, sum Katrin Hofgaard Sørensen hevur tikið stig til.

Um vikuskiftið gjørdi hon eina síðu á Facebook, har foreldur kunnu lata og fáa jólakalendarar.

- At keypa 24 kalendaragávur kann skjótt blíva dýrt, og tá nógv fólk samstundis hava leikur liggjandi, sum ikki verða brúktar, so hugsaði eg, hví ikki lata tær leikurnar til ein jólakalendara, soleiðis at leikurnar verða endurnýttar og kunnu gleða okkurt annað barn, sigur Katrin Hofgaard Sørensen.

Í morgunsendingini greiðir Katrin Hofgaard Sørensen frá hugskotinum.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024
Veðrið, bjargingarvestur
11-03-2024
Veðrið, Susi & Jákup á Borg, kvinnur kyn og kynslív, ársins útvarpshitt
08-03-2024