Góðan morgun Føroyar

Ónøgd við staðsetingina av nýggju kirkjuni
17-11-2021
Fleiri enn 1300 fólk hava undirskrivað mótmælisskriv í sambandi við staðsetingina av nýggju kirkjuni á Argjum.

Varðveitið fríøkið við Sandá.

Soleiðis eitur ein bólkur á Facebook, og limirnir í bólkinum ynskja ikki, at nýggja kirkjan á Argjum skal byggjast á fríøkinum við Sandá.

Urd Johannesen hevur tikið stig til at savna saman undirskriftir fyri at mótmæla staðsetingini av nýggju kirkjuni.

- Vit eru ótrúliga nógv, sum dagliga fegnast um hetta staðið, og sum gagnnýta økið hvønn dag. Hetta er eitt petti av haga, sum liggur mitt á Argjum við fantastiskum, flottum klettum. Her eru fleiri enn 70 ymisk sløg av plantum. Á allan hátt er hetta eitt øki, sum er vert at varðveita, soleiðis sum Várharra hevur skapt tað, sigur Urd Johannesen.

Hon heldur, at atlit eiga at verða tikin til náttúruna í hesum føri:

- Verður økið fyrst lagt undir asfalt, og ein stórur betongbygningur kemur at standa har, so er tað ófrávíkiligt, og vit fáa tað ongantíð aftur. Vit kunnu ikki flyta náttúruna, men vit kunnu flyta arkitektur, sigur Urd Johannesen.

Andrass Holm Arge er næstformaður í kirkjuráðnum á Argjum. Ráðið tekur undir við ætlanini hjá Tórshavnar kommunu at byggja nýggju kirkjuna á fríøkið við Sandá:

- Mótmælini, sum hava verið líka síðani 2010, hava fingið drúgva viðgerð í yvirfriðingarnevndini. Yvirfriðingarnevndin hevur staðfest tann 26. oktober í ár, at hvørki staðsetingin ella útsjóndin av bygninginum virkar skemmandi upp á økið, sigur Andrass Holm Arge, og vísir á, at bygningurin verður hegnisliga lagdur inn í lendi:

- Mann sær væl á staðsetingini á tekningini, at tað liggur soleiðis fyri, at allar gøtur og umhvørvið annars er varðveitt, og tað verður eitt satt prýði fyri økið at fáa ein vakran bygning, sum kemur at liggja her í økinum, sigur Andrass Holm Arge.

Í morgunsendingin var orðaskifti um staðsetingina av nýggju kirkjuni á Argjum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024