- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Sólja kannar mammubólkar
19-11-2021
- Í Havn verður nógv meira gjørt burtur úr morgunmatinum enn úti á bygd. Summar mammur stressa veruliga um hasa máltíðina, tá mammubólkurin kemur, sigur Sólja av Skarði.
Mammubólkar.
Seinastu 30 árini hava skipaðir mammubólkar verið. Fyrst í Havn og síðani aðrastaðni í Føroyum. Í dag eru mammubólkar ein rættiliga vanigur partur av barsilstíðini hjá mammum.
Men hvat hendir í einum mammubólki? Hvat práta mammurnar um? Og hvønn týdning hevur morgunmatarborðið, tá mammubólkurin vitjar?
Hetta er nakað av tí, sum Sólja av Skarði hevur savnað inn vitan um, tí í løtuni skrivar hon eina master ritgerð í fólkalívsfrøði um júst mammubólkar í Føroyum.
Í morgunsendingini greiðir hon frá nøkrum av niðurstøðunum, sum hon er komin fram til í rannsóknini.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024