- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Á jólum vilja vit fegin gleða tey, ið standa okkum nær.
Men hjá summum kann sperda fíggjarliga støðan gera, at jólini hava við sær stúran og strongd, tí ráðini ikki eru til at geva tað, tey kundu hugsað sær.
Hetta hava tey í Vágs kommunu gjørt nakað við. Í Miðaltúni í Vági stendur eitt serstakt jólatræ. Eitt sonevnt ynskitræ.
Tankin er, at fólk kunnu skriva dulnevnd til nissuvinin, um eitt barn, sum ynskir sær okkurt ávíst í jólagávu. Nissuvinurin setur so kyn, aldur og ynski á eitt hjarta, sum verður hongd á jólatræiði.
Síðani kunnu fólk, sum ynskja at hjálpa, fara inn í Miðlatún og taka eitt hjarta við upplýsing um aldur, kyn og ynski. Tey keypa barninum tað, sum ynskt er og lata síðan gávuna inn til Miðlatún.
Nissuvinurin heintar gávurnar í Miðlatúni og koyrir tað út til barnið, so tey fáa júst tað, tey ynsktu.
Tað er bara nissuvinurin, ið veit, hvørji børnini eru, sum hava ynskt sær nakað, sostatt er tað bert hann, ið veit, hvar gávurnar fara.
Alt verður gjørt í trúnaði og dulnevnt. Prísmarkið er 300 krónur.
Tú kanst vitja nissuvinin á hesum leinki.