Góðan morgun Føroyar

Elon Musk størstu ávirkan í 2021
20-12-2021
Á hvørjum ári síðani 1927 hevur Time Magazine valt Person of the Year

Hesa ferð er Elon Musk ársins persónur hjá tíðarritinum Time.

Elon Musk er heimsins ríkasta fólk í søguni. Samlaðu ognir hansara verða mettar at hava eitt virði áljóðandi 300 milliardir dollarar.

Tey flestu kenna hann frá stóru og skjóttvaksandi fyritøkuni TESLA, sum ger el-bilar.

Eisini hevur hann gjørt vart við seg fyritøkuni í Space X, har hann er lyklapersónur í at gera rúmdina til framtíðarferðamál hjá vanligum fólki.

Á Twitter eru 65 miljónir, sum fylgja Elon Musk. Í fleiri umførum hava hansara tweet havt beinleiðis ávirkan á partabrævamarknaðin. Ikki minst hava fleir crypto-gjaldoyru sveiggja nógv, tá Elon Musk hevur umrøtt tey á sínum twitter-vanga.

Men øll eru ikki fegin um, at Elon Musk er Person of the Year. Víst verður á at hann, eins og eitt nú Warren Buffet, Jeff Bezos, og onnur av heimsins ríkastu fólkum, rinda nógv minni skatt enn tey av røttum eiga.

Onnur seta spurnartekn við, hví heimsins ríkasti persónur ikki brúkar størri part av sínum ríkidømi, til at hjálpa teimum, ið eru ringast fyri.

Annars vísir Time Magazine á, at Person of the Year, ikki sigur nakað um, hvørt viðkomandi hevur ávirkað heimin tann rætta ella skeivan vegin. Bara at ávirkanin hevur verið ógvuliga stór.

Við síni útstráling og útsøgnum minnir hann á mangan hátt meiri um eina rokkstjørnu enn ein vinnulívsmann. Millum annað tað hevur gjørt, at Elon Musk hevur hópin av fjepparum um allan heim. Eisini í Føroyum.

Morgunsendingin skiftir orð við Martin Andreas Kruse um Elon Musk.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024