- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Hækkandi prísur á brennievni setti eld í
07-01-2022
Tað sigur Matilde Kimer, journalistur hjá DR í Moskva. Hon sigur, at hetta er ein uppreistur móti sosialari ójavnvág millum íbúgvarnar í Kasakstan.
Í vikuni hevur tað leikað hart á millum mótmælisfólk, løgreglu og herin í Kasakstan. Bæði mótmælis- og løgreglufólk hava ligið eftir á, og stjórnin í Kasakstan hevur biðið um hjálp úr Russlandi og Hvítarusslandi, sum hava sent herfólk til Kasakstan fyri at fáa frið í lag í landinum.
Matilde Kimer, útsendur journalistur fyri Danmarks Radio, sigur, at íbúgvarnir í Kasakstan leingi hava verið sera ónøgd um tann sosiala ójavnvág sum er í landinum.
- Hækkandi orkuprísur fekk bikarið at flóta yvir, og var neistin ið setti eld í, sigur Matilde Kimer.
Hon var í sendingini Góðan Morgun Føroyar í morgun og greinaði støðuna í Kasakstan.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024