- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Sissal sær stórar møguleikar í Fuglafirði
11-01-2022
Øll í kommununi skulu sleppa at siga sína hugsan, sigur verkætlanarleiðarin
Fuglafjarðar kommuna og Kunningarstovan í Fuglafirði fara nú undir eina verkætlan, sum hevur til endamáls at menna ferðavinnuna í kommununi og at gera ein ferðavinnupolitikk fyri økið.
Setanarbólkurin hevur gjørt av, at Sissal Kristiansen verður sett sum verkætlanarfólk.
Sissal, sum er cand.merc., hevur arbeitt við marknaðarføring, strategi og samskifti í fleiri ár..
Seinnu árini hevur hon arbeitt sum sjálvstøðugur ráðgevi við størri og smærri verkætlanum, bæði í ferðavinnu og strategi á ymsum økjum.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024