Góðan morgun Føroyar

Tikaralopini kunnu vera foreldrum ein góð vegleiðing
13-01-2022
Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur, greiðir frá sínum hugsanum og royndum í sambandi við menningarstigini, sum lítil børn uppliva

Í 1992 lótu hollendsku granskararnir, Hetty Van de Rijt og Frans Plooij, úr hondum bókina Oei, ik groei! Á føroyskum kundi hon verið týdd til Oy, eg vaksi.

Bókin, sum bygdi á 25 ára gransking, vísti á, at tá børn gráta, er vanliga ein góð grund til tað.

Í kanningunum fylgdu tær foreldrum og børnum teirra í heimligum umhvørvi.

Tær komu fram til, at øll foreldur av og á uppliva, at børn teirra gráta og hava ilt við at gevast.

Enn meira áhugavert var at staðfesta, at børnini grótu í ávísum tíðarskeiðum í menning teirra.

Hesi menningarstigini verða í bókini nevnd tikaralop.

Saman við Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingi, verða menningarstigini hjá smábørnum umrødd.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024