Góðan morgun Føroyar

Regin og Sigrun súkkla í alpunum
17-01-2022
Tá Team Rynkeby aftur fer árliga súkklutúrin til París, luttaka átta føroyingar á einum heilt serligum liði. Talan er um sokallaða alpuliðið.

Aftur í ár fer føroyska súkkluliðið Team Rynkeby at súkkla til París í summar.

Men sum nakað nýtt fara átta súkklarar at vera við einum øðrum liði, tá leiðin gongur til París. Talan er um eitt sokallað alpulið.

Millum teir átta føroysku súkklararnar, sum er við á serliga liðnum, eru Regin Jacobsen og Sigrun Danielsen, sum fýra ferðir áður hava súkkla til París.

- Hetta er eitt lið, sum telur eini 40-50 súkklarar úr Danmark, og teirra millum eru so átta føroyingar. Vit hava tað í felag, at vit hava súkklað vanliga teinin fleiri ferðir, og tí royna vit hesa avbjóðingina, sigur Regin Jacobsen.

Vanliga er teinurin til París beint oman fyri 1200 kilometrar til longdar, men ístaðin fyri allar hesar kilometrarnar skulu tey bæði, Regin og Sigrun, hesaferð súkkla færri kilometrar men fleiri hæddarmetrar.

Í morgunsendingini fortelja tey bæði um alpuliðið og áhugan fyri súkkling.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024
Veðrið, bjargingarvestur
11-03-2024
Veðrið, Susi & Jákup á Borg, kvinnur kyn og kynslív, ársins útvarpshitt
08-03-2024