Góðan morgun Føroyar

Eg havi altíð droymt um at gerast skipari
24-01-2022
Tað sigur Erling Mørkøre, sum tó eisini tíðliga fekk at vita, at hann neyvan fór at klára tað, tí hann er orðblindur

'Eg gloymi aldrin, tá eg gekk á efturskúla, og lærarin spurdi meg, hvat eg ætlaði at læra til. Eg segði, at eg vildi vera skipari, tá hugdi hann løgið at mær og helt, tað var ein alt fór ring útbúgving fyri meg. Hetta hoyrdi eg eisini ofta frá øðrum fólkum, tá eg segði, at nú var eg byrjaður í skiparaskúla.'

Soleiðis stendur millum annað at lesa á Facebook vanganum hjá Erlingi Mørkøre, sum nú stendur við skiparaprógvinum í hondini, við góðari hjálp frá skúla, familju og amboðum á teldu og telefon.

- Eg havi alla tíðina havt góð fólk rundan um meg. Annars hevði eg aldrin klárað tað, sigur ein avgjørdur Erling.

Hann heldur tað vera týdningarmikið at ganga undan og siga tær góðu søgurnar, um tað kann eggja øðrum ungum orðblindum til at fylgja sínum dreymum.

Nú hann stendur við skiparapróvnum í hondini, er næsta stig á leiðini longu klárt. Hann ætlar sær at lesa víðari til skipsførara.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024