- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Manga Takk
02-02-2022
Tað kann kennast eitt sindur løgið at lata bókina upp frá baksíðuni, men tað venur man seg við.
Um tú kennir teg eitt sindur einsamalla í verðini, tí tú ert mangafjeppari, so hevur tú seinni í mánaðinum møguleika at hitta onnur við sama áhuga.
21. februar verður Manga Takk á bókasavninum við Løkin, har ætlanin er at stovna ein mangaklubba.
Og hvat er so manga? Jú tað eru japanskar teknirøðir, ið spenna sera víða í evnum, og sum hava ein serstakan teknistíl, sum nógv føroysk børn eisini duga at tekna.
Hoyr Oyvør Dam Jacobsen og Conny Rasmussen greiða frá.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Andrias Klein Gregoriussen, Tóra við Keldu og Hedvig Westerlund-Kapnas
10-01-2025
Norðurlendska samstarvið er evnið í Norðurmóti, sum verður hildið seinnapartin.
06-01-2025
Veðrið, sangkapping, Tórshavnar Kamarkór, barnasøga um Norðurlond, jólasøgan
20-12-2024
Veðrið, brot úr Føroya søgu, tunlarnir norður um fjall, við báti gjøgnum Caledonia-kanalina
19-12-2024