- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Hetta er ein góð krimirøð. Flestu leikararnir spæla væl, og hvør partur endar soleiðis, at tú hevur hug at síggja tann næsta.
Orðini eigur Hermann Eliassen, sum er miðlafrøðingur og ummælari.
Um vikuskiftið fingu fólk møguleika at síggja Trom, sum nógv hevur verið at hoyrt um seinastu mánaðirnar. Talan er um fyrstu krimirøðina, sum er tikin upp í Føroyum.
Sum heild letur Hermann Eliassen væl at røðini.
- Fyrsta kenslan var, at hetta er eitt sindur løgið, tí sum føroyingur er tað surrealistiskt at síggja eina slíka krimirøð. Mann skal líka venja seg við, at tey tosa føroyskt, eru í einum kendum umhvørvi, og ja, alt er føroyskt. Eg mátti líka koma yvir tað, og síðani kundi eg taka søguna til mín, sigur Hermann Eliassen.
- Søgan er góð, og partarnir eru uppbygdir soleiðis, at tú vilt síggja meir, tá ein partur endar. Olaf Johannesen spælir serstakliga væl sín leiklut, og fleiri av føroysku leikarunum eru góðir, sigur Hermann Eliassen, sum eisini vísir á, at okkurt er, sum sambært honum kundi verið betri og møguliga annarleiðis.
- Eg hevði nokk væntað meira av Ulrich Thomsen sum leikara. Í fleiri senum saknaði eg eina betri reaktión, og onkursvegna lærdi eg ikki hansara karakter nóg væl at kenna, sigur Hermann Eliassen.
Tá samanum kemur, gevur Hermann Eliassen Trom tríggjar út av fimm møguligum stjørnum, har fimm er tað besta.
Í morgunsendingini ummælir Hermann Eliassen krimirøðina Trom.