Góðan morgun Føroyar

Tónin á netinum
18-02-2022
Í dag ber til at viðmerkja tíðindasøgur á fleiri portalum og á sosialum miðlum. Hvussu heitt skal kjakið sleppa at vera, og hvør eigur ábyrgdina av, at tað ikki gert ov heitt?

Nógvir fjølmiðlar brúka sosialar miðlar, serliga Facebook, til at leggja tíðindasøgur út á. Møguleiki er tá hjá øllum at viðmerkja, og onkrar søgur fáa sera nógvar viðmerkingar.

Dømir hesa vikuna eru søgan um landsstýrismannin, Jørgen Niclasen, sum varð tikin fyri rúsdrekkakoyring, og søgan um Rannvá Tórfríð Jørmundsson, sum savnaði 1,3 mió. undirskriftir inn fyri at steðga springaradrápið.

Báðar søgurnar hava fingið sera nógvar viðmerkingar, og nógvar av viðmerkingunum eru persónligar ella ógvusligar.

Skulu fólk sleppa at viðmerkja tað, tey vilja ella er eitt mark fyri, hvat skal góðtakast? Og hvør hevur ábyrgdina av, at kjakið verður hildið á einum høgum støði? 

Allan Dalsgarð, miðlafrøðingur og Georg L. Petersen, tíðindaleiðari í Kringvarpinum halda báðir, at fjølmiðilin hevur ábyrgd av at sálda frá í viðmerkingum. Teir umrøddu hetta evnið í morgunsendingini í morgun.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024