- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Leygardagin kl. 14.00 skulu føroyameistararnir í olympiskari vektlyfting finnast í Finsen í Havn. Kappast verður í trekk og stoyt, á enskum snatch og clean and jerk.
Kvinnurnar lyfta í tí fyrra bólkinum, sum byrjar klokkan 14:00, og mennirnir byrja klokkan 15:15. Tað eru fleiri luttakarar við enn nakrantíð fyrr.
Pól Hendrikur Andreasen, formaður í Styrkifelagnum Stoyt og venjari, sigur, at áhugin fyri vektlyfting er stórur í løtuni. Seinastu árini hevur vektlyfting sum ítróttagrein vundið uppá seg, og nú eru trý ymisk styrkifeløg í Føroyum.
Stoyt hevur 14 vektlyftarar við til kappingina í morgin, út av teimum 17 lyftarunum, sum eru við.
Vit fingu eisini orðið á Elsu, Bárð og Barbaru, sum vóru til venjing hjá Stoyt. Tey trý eru rættiliga nýggj hjá Stoyt og skulu til sína fyrstu FM kapping.