Góðan morgun Føroyar

FM í Olympiskari vektlyfting verður leygardagin
18-03-2022
Hjá Styrkifelagnum Stoyt gleða tey seg til FM í olympiskari vektlyfting

Leygardagin kl. 14.00 skulu føroyameistararnir í olympiskari vektlyfting finnast í Finsen í Havn. Kappast verður í trekk og stoyt, á enskum snatch og clean and jerk.

Kvinnurnar lyfta í tí fyrra bólkinum, sum byrjar klokkan 14:00, og mennirnir byrja klokkan 15:15. Tað eru fleiri luttakarar við enn nakrantíð fyrr.

Pól Hendrikur Andreasen, formaður í Styrkifelagnum Stoyt og venjari, sigur, at áhugin fyri vektlyfting er stórur í løtuni. Seinastu árini hevur vektlyfting sum ítróttagrein vundið uppá seg, og nú eru trý ymisk styrkifeløg í Føroyum.

Stoyt hevur 14 vektlyftarar við til kappingina í morgin, út av teimum 17 lyftarunum, sum eru við.

Vit fingu eisini orðið á Elsu, Bárð og Barbaru, sum vóru til venjing hjá Stoyt. Tey trý eru rættiliga nýggj hjá Stoyt og skulu til sína fyrstu FM kapping.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024