Góðan morgun Føroyar

Falstíðindi fylla nógv í dag
31-03-2022
Evnið falstíðindi fyllir óvanliga nógv í løtuni, bæði í miðlum og vanligum práti, sigur Bjarni Arge, miðlafrøðingur

Nú kríggj er í Ukraina, verður nógv tosað um falstíðindi. At sumt av tí, sum verður deilt í sambandi við kríggið, ikki passar. Bæði á tíðindamiðlum, men eisini á sosialum miðlum, sum eru ein stórur partur av tíðindaheiminum í dag.

Í vikuni kom eisini Danmarks Radio til at deila ein film, sum tey hildu var frá krígnum í Ukraina, í sendingini Krigens Døgn, men tað vísti seg at vera klipt úr einum telduspæli. DR umbar fyri hesa hendingina aftaná.

Tað er samstundis lættari hjá øllum at deila tíðindi og myndir á ymiskum sosialum miðlum í dag, sumt av tí er so tikið aðra staðni frá ella er redigerað. Hesar myndirnar, sum DR vísti, høvdu nokk sín uppruna av onkrum sosialum miðli.

Bjarni Arge, miðlafrøðingur sigur, at tá ið so nógv vitan verður deild um eitt evni, sum til dømis kríggið í Ukraina, so henda villur.

- Eitt er, at partar kunnu vinkla sannleikan til sín fyrimun. Ukraina og Russland kunnu hvør í sínum lagi veita vitan, sum tænir teirra endamáli. Falstíðindi verða tí skapt av teimum, sum vilja skapa falstíðindi, men eisini sum ein villa, orsakað av nógva tilfarinum um eitt evni.

Ávirkarar og onnur varpa eisini ljós á ymiskt á sosialum miðlum, so sum Youtube, TikTok, Instagram o.s.fr.

- Hesi eru ikki óheft, men tað eru public service stovnar. Teir hava keldukritkk, teir hava fólk, sum kanna fakta í tímavís og hava eitt grundarlag, sum fólk kunnu hava álít á, sigur Bjarni Arge.

- Tó hava hesir miðlarnir ein lítlan part av falstíðindum. Tað er ikki tilvitað, men villur koma fyri. Tað sóu vit millum annað í sendingini Krigens Døgn hjá Danmarks Radio, sigur Bjarni Arge.

Bjarni Arge heldur, at hetta er trupult at loysa.

- Eitt veruligt sannleikakríggj er í gongd. Hvør skal sleppa at siga frá og gera av, hvør veruleikin er. Tað er tað, sum sosialir miðlar millum annað gera. Algoritmurnar velja, hvat tú sært. Og verður tú ofta eksponeraður fyri tí sama, so trýrt tú tí meira og meira.

Tað er best, um brúkarar eftirkanna tað, tey síggja, sigur Bjarni Arge.

- Tað kann til dømis vera við at kanna tíðindasíðuna. Og við at kanna, um aðrir stórir miðlar hava skrivað um tað sama ella deilt somu søgurnar ella myndirnar. Eisini ber til at hyggja á Google maps og vita, um myndirnar samsvara.

Hann heldur eisini, at tað er týdningarmikið at lesa eitt sindur av ymiskum miðlum, fyri at fáa eina fjølbroytta mynd av einum máli.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024