- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Lombini eru stór, og tey mennast væl og fáa nokk av føði.
Soleiðis sigur Marit Nicolajsen úr Skopun.
Langafríggjadag lembdi ein ær hjá Marit og Frífinni Nicolajsen heili fýra lomb. Og tað vóru Marit og maðurin als ikki fyrireikað uppá:
- Tað kom sum eitt stórt surprise, tí vit vistu einki. Hetta er eisini sera sjáldsamt , tí tað er ikki ofta tað hendir, at ein ær lembir fýra lomb, sigur Marit Nicolajsen.
Hóast ærin hevur fýra lomb, hevur hon nóg mikið av mjólk.
- Vit byrjaðu at geva afturat fyrsta og annan dag, men lombini drukku als ikki úr fløskuni, og tað vísir seg, at ærin klárar alt sjálv, sigur Marit Nicolajsen.
Í morgunsendingini fortelur Marit Nicolajsen um serligu upplivingina við ærini og teimum fýra gimburlombunum.