- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Eru teir vaksnir nú?
21-04-2022
í 90'unum gramdu teir seg um, at teir ikki vildu vera vaksnir og sungu um tað at vera ungur. Nú kemur Safir loksins við aðru útgávuni.
Nógv vóru tey, sum sungu við tá Safir sungu 'høgrajam', 'mánin' og ikki minst 'tú ert so deilig', tá útgávan hjá teimum kom í 1996. Ætlanin var alla tíðina, at ein tvey'ari skuldi koma í hølunum á hesari fyrstu, men lívið kom í vegin, og tí tók tað 26 ár at koma á mál.
Safir Tvey er ein ep við 5 løgum, sum í næstum verður tøk talgilt, og í dag frumspæla vit fyrsta sangin, sum eitur Vár.
Og hesir ungu menn, sum ikki tímdu at vera vaksnir, eru teir so vaksnir nú? Hoyr samrøðuna við Tór Verland Johansen og Janus Trúgvason.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024