- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
29 ára gamal nólsoyingur nýggjur prestur
28-04-2022
- Tá eg í 10. flokki var í starvsvenjing hjá Sverra Steinhólm, visti eg, at eg vildi blíva prestur, sigur Hanus Pál Jógvansson, nýggjur prestur.
Sunnudagin bleiv 29 ára gamli Hanus Pál Jógvansson prestvígdur í Dómkirkjuni.
Næstu tríggjar mánaðirnar verður hann virkandi sóknarprestur í suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.
Ungi presturin úr Nólsoy er eyðmjúkur og spentur um uppgávurnar, sum eru fyri framman.
- Eg haldi, at tað er eitt ógvuliga spennandi starv, men tú hevur eisini stóra ábyrgd. Eitt nú hugsi eg um, at tú skalt til dømis syrgja fyri, at fólk fáa eina vakra og virðiliga jarðarferð, sigur Hanus Pál Jógvansson, sum seinastu sjey árini hevur verið undir útbúgving.
Í morgunsendingini fortelur Hauns Pál Jógvansson um kallið at vera prestur, og hvørjar tankar hann ger sær um starvið, sum hann fyribils skal røkja í tríggjar mánaðir.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024