Góðan morgun Føroyar

Nakað, vit kunnu vera saman um
03-05-2022
Býrt tú í Fuglafjarðar kommunu og vilt tú royna tínar grønu fingrar, so er at svara spurnarblaðnum á heimasíðuni hjá kommununi.

Tað eru ikki øll, ið hava møguleika fyri at velta sítt egna grønmeti, men tey eru nokk fleiri sum hava hug. Tað metir Marita Øre, sum er gartnari og sum arbeiðir á teknisku deild hjá kommununi í Fuglafirði.

Hon er ein av teimum, sum hava arbeitt við hugskotinum um at geva fólki eitt lítið øki, sum tey kunnu brúka til at velta epli, grønmeti, rabarbur ella okkurt heilt annað.

- Vit hava góða jørð og góðan sólargang í Fuglafirði, og so eru vit eisini á grønu leiðini sum so nógv onnur, so tað hevði verið upplagt at givið fólki møguleika at fáa sítt egna burturúr heldur hon.

Men fyrst verður tørvur og hugur kannaður. Millum annað verður spurt, hvussu stórt stykki fólk ímynda sær, at tey kundu havt brúk fyri.

- Eitt av endamálunum er eisini tað sosiala í tí, har kunnu spyrja hvønn annan til ráðs, og fara fleiri ættarlið saman um ein lítlan grønan blett, sigur Marita Øre.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024