Góðan morgun Føroyar

Mia er ein hetja í Íslandi
09-05-2022
Ein dyppiklubbur úr Íslandi kom til Føroya á rannsóknarferð, og størsta ynskið var at hitta hetjuna Miu á Heygum.

Glaðari Þu! er ein háttur at lokka fólk at dyppa í felag. Tá tey hittast, hita limirnir væl upp, áðrenn farið verður útí - syngjandi ein barnasang, fyri at andadrátturin skal vera rættur. Eftir at fáu tøkini eru tikin í sjónum, fara tey upp aftur, tendra Harry Belafonte í boomboxini og dansa seg heit aftur.

Nú hevur ein flokkur av hesum glaðu íslendsku dypparum verið í Føroyum á rannsóknarferð, har tær millum annað hava vitjað dyppararnar í vinafelagnum Alduni í Miðvági, og ikki minst hava tær dyppað við Miu á Heygum.

- Mia er ein hetja um allan heimin, og tað var fantastiskt at sleppa at dyppa saman við henni, tí hon er tað, sum vit øll ynskja at vera, sigur Margrét Leifsdóttir, ið er ein av teimum, ið varar av Glaðari Þu!


Ein annar limur í Glaðari Þu! er føroyska sendikvinnan í Íslandi, Halla Nolsøe Poulsen, og var tað ikki fyri felagnum, hevði hon kanska ongantíð torað at dyppa.

- Eg havi ofta hugsað um at fara at dyppa her heima í Føroyum, men eg hættaði mær ikki. Tá eg so í heyst sá eina lýsing á facebook, har Glaðari Þu! lýsti við, at tey læra fólk at dyppa, ja so hugsaði eg, at nú var møguleikin har.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024