- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Børn hava rætt til bæði foreldrini
10-05-2022
Nýggja lógin um foreldramyndugleika, sum tingið samtykti í farnu viku, hevur til endamáls at tryggja børnum rættin til bæði foreldrini.
Mest markanta broytingin, í mun til verandi lóg, er hon, at møguleiki er fyri, at tú kanst fáa sjálvvirkandi felags foreldramyndugleika. Hetta var ikki gjørligt áðrenn, uttan at avtala var gjørd um tað.
Sólvit E. Nolsøe, landsstýrismaður í almannamálum greiðir frá lógini, við góðari hjálp frá Moniku Hjelm Rasmussen og Kari Hattarstein frá familjufyrisitingini.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024