- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Trúgv, seksualitetur, sjúka og deyði.
Hesi eru nøkur av evnunum, sum fýra ung fólk tosa um í nýggju føroysku sendingini, Sært tú meg.
Elin Sólvør á Løgmansbø, Karstin Dánjalsson í Húsinum og Marin Jakobsen, ið øll eru í fyrstu sending, greiða frá upplivingini.
Tað var løgið og heitt at sita í reyða stólinum og greiða nøkrum púra fremmandum persónum frá ógvuliga persónligum viðurskiftum.
Tey eru tó samd um, at hetta var gevandi.
Vónin er, at hetta fer at hjálpa øðrum ungum at tosa um alt tað, sum ikki er so lætt at tosa um.
Øll eru tey eru spent at vita, hvussu vinir og familja fara at reagera, nú tað verður víst í sjónvarpinum.
Anna Joensen-Næs og Maria Maria Winther Olsen leggja sendingina, Sært tú meg, til rættis.