Góðan morgun Føroyar

- Fyrst var eg kedd, so ill, og so kedd aftur
19-05-2022
Fyri nøkrum vikum síðan fann Rakul Højsted Hansen útav, at nakinmyndir av henni vóru í umferð á netinum.

- Eg visti ikki, hvør hevði sæð tær, og tað var ræðuligt.

Tí valdi Rakul, sum ein av fleiri kvinnum hesa vikuna, at leggja eina video út á instagram, har hon greiðir frá, at ja, tað er hon, sum er á nøkrum av hesum myndunum.

- Tað byrjaði við, at ein vinarlig sál segði mær frá hesum, og vísti mær skermmyndir av tí, sum hon hevði fingið, og tað var ræðuligt at uppliva. Men eg valdi beinan vegin at siga tað við míni nærmastu og mínar starvsfelagar, og tað hjálpti.
Nú sigi eg tað so fyri øllum.

Nógv eru tey, sum siga, at kvinnur bara kunnu lata vera við at taka og deila myndir, tí so er eingin trupulleiki, men hesum er Rakul ikki samd við teimum í.

- Tað hevur ongantíð verið, og tað fer ongantíð at vera skyldin hjá einum persóni, sum tekur intimar myndir av sær og deilir tær við sínum partnara, at tað fer til onkran annan. Tú kanst ikki hava skyldina fyri at onkur annar velur at deila myndir.

Sjálv sigur Rakul, at myndirnar av henni ikki eru nakrar, hon hevur sent, men heldur eru hetta skermmyndir av Skype samrøðum, myndir, sum hon hevði á telduni, sum onkur hevur fingið hendur á, og so eisini myndir, har hennara høvd talgilt er sett á ein annan kropp.

- Hetta síggi eg sum eitt slag av haturbeskeð, tí onkur velur at útstilla meg, og eg dugi ikki at ímynda mær, hvør tað kann vera, tí eg havi ikki konflikt við nakran.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024