Góðan morgun Føroyar

Her er gott at vera
25-05-2022
Tað halda Sirið í Dávastovu og Katrin Andreasen, sum í hesum døgum hava 30 ára starvsdag á Magnstøðini í Vestmanna

30 ár á sama arbeiðsplássi kunnu kanska kennast einstáttað, men ikki á einari støð sum hesari, halda tær báðar.

- Fyrr skuldu vit vita hvørja olju tey ymsu bilasløgini skuldu brúka, umframt nógv annað um bilar, og vit skuldu prísa hvørja einastu vøru við maskinu, men í dag snýr tað seg meira um at gera og borðreiða við mati til tey, sum koma á gátt, sigur Katrin.

- Eftir at eg hevði arbeitt heima við okkara børnum, hevði eg hug til at fara út aftur at arbeiða, og havi trivist so væl her, at eg bara var verandi, sigur Sirið.

Stjórin bjóðaði morgunmat í morgun, og Katrin var til reiðar at fara til arbeiðis aftaná.

- 30 ár afturat verður tað kanska ikki til, men hvør veit, kanska eg taki 20 ár afturat.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024