Góðan morgun Føroyar

Hundar og kettur viga ov nógv
27-05-2022
- Trupulleikin við ovurfiti hjá hundum og kettum er størri, enn fólk halda, sigur Signar Petersen, djóralækni.

- Kanningar vísa, at millum 25 og 50 prosent av djórunum eru alt ov feit.

Soleiðis sigur Signar Petersen, sum er djóralækni. .

- Júst sum við menniskjum, so er tað ein trupulleiki hjá djórum, sum viga ov nógv, at tey fáa ymiskar fylgisjúkur, sigur Signar Petersen og vísir á, at trupulleikin er størri, enn fólk geva sær far um:

- Fólk vita ofta ikki av, at kelidjórið vigar ov nógv. Tað er ikki fyrr enn tey koma til djóralækna, at tey veruliga fáa staðfest, at hundurin ella kettan vigar ov nógv, sigur Signar Petersen. Sambært honum eru hunda- og kettueigarar bangnir fyri, at kelidjórið vigar ov lítið:

-Tá fólk halda, at til dømis hundurin er ov klænur, ja tá er hann akkurát tilpassar í vekt, sigur Signar Petersen.

Í morgunsendingini varpar djóralæknin hesaferð á ovurfiti hjá hundum og kettum. Eisini svarar hann spurningum frá lurtarum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024