- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Tað var so mega strævið. Og hóast eg var glað hvørt fríggjakvøld um at vera komin víðari í kappingini, so stúrdi eg samstundis fyri vikuni, ið lá fyri framman.
Soleiðis sigur Tina Mellemgaard, sum í apríl mánaði endaði á øðrum plássi í donsku undirhaldssendingini á TV2, X-factor.
Ungi songfuglurin dylir ikki fyri, at hóast hon hevur fingið nógv burtur úr luttøkuni, so var talan um eina harða tíð.
- Eitt var, at eg skuldi fyrireika eina framførslu til fríggjakvøldið, men samstundis hevði eg úr at gera við at skula gera nógvar samrøður við ymiskar miðlar, og eg føli veruliga, at eg skuldi geva nógv av mær sjálvari, sigur Tina Mellemgaard.
Men Tina Mellemgaarder ikki í iva um, at X-factor var stríðið vert.
- Eg hevði ongantíð verið komin so langt, sum eg eri í dag, um eg ikki var við í X-factor. Eg havi fingið samband við fleiri góð fólk í tónleikavinnuni og haldi meg hava fingið ein stóran kjanst til verulliga at kunna gera nakað við tónleikin, sigur Tina Mellemgaard.
Í morgunsendingini greiðir Tina Mellemgaard millum annað frá upplivingini at vera við í X-factor og hvørjar ætlanir eru fyri framman.