Góðan morgun Føroyar

Á flogi í 30 ár
21-06-2022
- Ein spennandi túrur var, tá ið eg brádliga varnaðist, at eg hugdi upp á Tindhólm, men Hans hevði ís í maganum. Jóhan í Niðristovu um ein minniligan flogtúr fyri Atlantsflog

Í februar í ár hevði Jóhan í Niðristovu, flogskipari, arbeitt hjá Atlantsflogi í 30 ár.

Trý áratíggju við nógvum hendingum og broytingum eru flogin framvið, síðan fyrsta flogtúrin við einum flogfari hjá Atlantsflogi.

Umframt at vera flogskipari var Jóhan í Niðristovu eisini flogovasti í eina tíð, hann hevur sitið í nevndini hjá Vága Floghavn í 12 ár og hann hevði ein stóran leiklut, tá ið Atlantsflog skifti flogtýpu í 2012.

Jóhan í Niðristovu var leiðari, tá ið vanlukkan í Stord hendi, hann yvirlivdi uppsagnirnar í sambandi við koronufarsóttina, sum rakti alla flogvinnuna meint og hann flýgur enn fyri Atlantsflog - um enn munandi færri túrar enn at byrja við.

Hoyr Jóhan greiða frá minniligum flogferðum, vanlukkudegnum í oktober 2006, tá ið vanlukkan í Stord hendi, frá skiftinum millum BA flogførini til Airbussarnar og hvussu koronufarsóttin hevur ávirkað flogvinnuna. 

 

 

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024